Bjóða.fo

Nýggja sølu og keyps staðið til allar føroyingar! Eisini við spennadi uppboðssølu møguleika!

Bjóða.fo

Endamál

Bjóða.fo er ein sølupallur mentur í Føroyum til føroyingar, sum fór av bakkastokki ár 2024. Bjóða.fo er ein marknaður, sum loyvir brúkarum at selja, bjóða og keypa næstan alt í ymiskum prísklassum og standi. Skipanin hevur nógvar spennandi hentleikar og fleiri eru ávegis! T.d. ber til at velja ein minsta prís og eitt minsta yvirboð uppá vøruna. Tá minsti prísur er rokkin, byrjar ein niðurteljing á eitt tíðarskeið sum seljarin sjálvur hevur valt. Tann sum síðani endar við hægsta boði, vinnur uppboðssøluna. Eisini ber til at seta fastan prís á vøruna. Vit ynskja at hava eitt rudduligt, einfalt og spennandi stað til alt tað spennandi føroyingar hava at selja. Í dag hava flest føroyingar Facebook Market Place sum sín sølu/keyps portal, og hetta ynskja vit at fáa rættað uppá. Vit halda at Facebook er órudduligt og sum oftast ringt at fáa skil á hvat hendir á teimum hundratals rótukassasíðunum. Tí ynskja vit at bjóða Føroyingum eitt miðvíst, føroyskt sølu/keyps torg og einki annað roks! Vit vóna at tit koma at taka væl móti Bjóða.fo :)

Vit leggja dent á at hava eitt rudduligt sølutorg. Tí hava vit t.d. ment hesar hentleikar

  • Einans góðkendir brúkarar kunnu brúka skipanina. Vit góðkenna brúkarar gjøgnum teldupost.
  • Um eingin hevur bjóðað uppá eina vøru innan 30 dagar, verður hon sett sum óvirkin. Tá Bjóða.fo verður størri seta vit tað niður á 15 dagar.
  • Tá onkur bjóðar uppá eina vøru, fær seljarin boð at fyrsta boðið er komið. Síðani skal hann góðkenna at vøran enn er tøk, fyri at seta gongd í søluna.

Spennandi Hagtøl

Brúkarar í alt

183 brúkarar

Gjørdar lýsingar

187 lýsingar

Selt fyri tilsamans

39445 kr.

Samband

Facebook

Vit svara skjótt gjøgnum FB

bjoda@bjoda.fo

Vit svara eisini á teldupost

Bjóða.fo
Chat
Skrivar til