Treytir

Bjóða.fo er ein marknaður, sum loyvir brúkarum at selja, bjóða og keypa næstan alt í ymiskum prísklassum og standi. Bjóða.fo eigur ongar av vørunum, ið seldar verða ígjøgnum Bjóða. Sølan fyrigongur seg beinleiðis millum seljara og keypara. Bjóða.fo tekur sær onga ábyrgd av hesum viðvíkjandi. Tað vil eisini siga at Bjóða.fo tekur sær heldur onga ábyrgd yvir góðskuni ella trygdina av tí sum selt verður gjøgnum Bjóða.

Treytir hjá keypara

Boð givin á Bjóða eru bindandi. Við at geva eitt boð ella gera eitt keyp, bindur tú teg til at gjøgnumføra keypið. Vøran skal gjaldast innan rímiliga tíð, so leingi keyparin og seljarin ikki hava avtalað annað. Um vøran víkir frá tí sum seljarin hevur upplýst um hana, kann keyparin angra søluna og fáa endurgoldið prísin. Tann sum vinnir uppboðsøluna, skal keypa vøruna fyri prísin hann/hon bjóðaði.

Treytir hjá seljara

Seljarin má ikki geva villeiðandi ella skeivar upplýsningar til tað hann selir. Vøruprísurin verður ásettur av seljara innan rýmiligar rammir. Seljarin skal lata hægstbjóðandi keypa vøruna, fyri prísin hægstbjóðadni hevur bjóðað. Seljarin skal seta seg í samband við hægstbjóðandi, har seljari og keypari síðani avtala hvussu goldið verður og útvegan av vøru. Um tað skuldi hent at hægstbjóðandi ikki svarar ella kemur eftir vøruni, kann seljarin lata vøruna til næsthægstbjóðandi. Um eingin annar hevur bjóðað, kann seljarin endurnýggja vøruna (Sí "Mínar lýsingar").

Chat
Skrivar til