Privatlívspolitikkur

Endamálið hjá bjóða.fo er at veita ein sølu og keyps skipan, har tað er ómakaleyst hjá seljari at selja sína vøru og keypara at keypa eina vøru. Vit taka viðgerð av tínum persónsdáta í størsta álvara. Vit viðgerða tínir persónsdátaupplýsingar eftir persónsdátulógini. Her kanst tú lesa um okkara persónsdátupolitik sum er galdandi tá tú brúkar www.bjóða.fo

Innsavnaðar upplýsingar

Tá tú vitjar Bjóða.fo, kunnu vit savna persónupplýsingar, so sum navn, teldupostadressu og aðrar kontaktdátur. Vit geva ikki tínar persónsupplýsingar víðari. Títt navn ella teldupostur verður ikki vístur alment á Bjóða.fo. Einans seljarin av vøru tú hevur bjóðað uppá kann síggja tínar upplýsningar (so seljarin kann fáa fatur á tær). Um tú selur eina vøru, kann keyparin - ella tey ið bjóða uppá tína vøru - ikki síggja tínar persónsupplýsningar.

Samband

Um tú hevur spurningar um okkara privatlívspolitikk, ella um tú ynskir at fáa atgongd til, broyta ella strika tær persónupplýsingar, sum vit hava, set teg í samband við okkum á bjoda@bjoda.fo

Nýtsla av upplýsingum

Vit nýta tínar persónupplýsingar til at geva tær atgongd til heimasíðuna og at samskifta við teg um okkara tænastur. Vit kunnu eisini brúka tínar upplýsingar til at persónliga gera tína uppliving á okkara heimasíðu, og at senda tær dagføringar og marknaðarføring.

Chat
Skrivar til