6 myndir
Thumbnail
Thumbnail
Thumbnail
Thumbnail
Thumbnail
Thumbnail

Nimbus 27 fót

Deiligur familjubátur, ideellur til vikuskiftistúrar runt oyggjarnar, festivalar, ein túr í fjørðin, ella hugnaligar løtur við kei.
Báturin er ein Nimbus 2600 frá 1986. Hevur 130Hk Ford Mermaid turbo merlin, sum bleiv yvirhálaður í 2006. Siðan hevur hann gingið knappar 400 tímar. Hevur framm til 2018 staðið í neysti í Norra.
Olja, oljufiltur, og dieselfiltur eru skift á hvørjum ári. Eisini hevur hann verið uppi á landi og fingið smurt patentmáling, og skift zink, hvørt ár.
Báturin hevur eina toppferð á 17,5 knob. Hann planar við 10,5 knob og brennir tá sera litið av diesel.
Har eru 5 sovipláss til vaksin, og 1 til barn umborð. Ein akterkahytt er, har dupultsong er, og so stor song har frammi, umframt ein stikk koyggja. 4 fólk fáa sitið til borðs í senn á benkrum, umframt 1 stólur við borðendan.
Har er gasskomfýrur og bakarovnur, vask við heitum og køldum vatni (heittvatnstangi elektriskur) køliskáp, og gott skápspláss til uppbevaring av t.d kaffimaskinu, borðbúnaði o.ø.
Hann ber seg væl í sjónum, og hevur fastan aksil.
Elektriskt wc frá 2018, sjálvstýrari frá 2018, komplettar hydraulik róðurgreiðir eisini frá 2018, og VHF. Sjálvstýrarin hevur storan LED skerm, ið vísir hvar ein er staddur, oyggjakort, innbygt ekkolodd.
Annars øll lógarkrøvd trygdarútgerð, so sum neyðrakettir og bluss, og bjargingarvestar til 5 pers.
Hyndirnar til sitiplássini í stýrhúsinum
eru klæddar av av nýggjum í 2024, í hvítum vatn avvídandi leðurlook materiali.
Brúsa við heitum/køldum vatni er afturi á baðiplattfondinum. (Uttanborða á hekkuni).
Oljufýring við timara frá 2025 er installerað, og riggar væl. Heldur bátin heitan og turran í kahyttunum. Eisini eru el radiatorar runt um í bátinum.
Radio við CD og bluetooth frá 2025.
Báturin verður einans seldur um nøktand boð kemur, sum er á sama støði sum líknandi bátar í sama standi og við somu útgerð, vanliga kosta. Báturin er í Havn.
Her á síðuni fáast bara 6 myndir inná. Um tit ynskja fleiri myndir, kunnu tit senda fyrispurning um tað, so kann eg senda myndir.

Heini
Heini
online í dag
Brúkari síðani
09/04-2024
Lýsingar gjørdar
31 tilsamans
Boð givið
9 boð
Vunnið/Keypt
3 ferðir
Virknar nú
3 virkin
Selt/Givið
15 ferðir
Minsti prísur
165.000 kr.
Hægsta boð
Einki boð komið
Skjót niðurteljing

Skjót niðurteljing á 1 dag + 5 min. frið byrjar tá seljarin góðkennir fyrsta boðið.

Viðmerkingar

0 viðmerkingar

Ongar viðmerkingar enn... Ver tann fyrsti at viðmerkja!

Aftur til forsíðu

Hevur tú okkurt man kann bjóða uppá?

So er bart at leggja út!

Nýtt! Nú ber til at fáa Pluss brúkara, sum er væl egnaður til t.d. listafólk, handlar og tey, ið selja nógv. Pluss brúkarin gevur tær eina snøgga síðu við øllum tínum sølum.
Les meira um Pluss Brúkaran

Bjóða.fo
Boð
Ongar boð enn

Tínir boð verða víst her

Byrja eitt samrøðu